Ikki mist móti

Hjá Skála kom tað dátt við, at tapa við tveimum málum á heimavølli. Venjarin John Petersen hevur tó ikki mist móti.

– Hetta var fyrri hálvleikur, og teir føra 2-0. Nú er seinni hálvleikur eftir, og vit ætla okkum framvegis í finaluna, sigur hann.

John Petersen heldur, dysturin ikki var nakað serliga góður.

– Sunnudagin spældu vit eisini móti EB/Streymi, har vit spældu fínan fótbólt og vóru nógv betri, men í dag var einki gott lið á vøllinum, sigur John Petersen, sum metir at effektiviteturin frammanfyri málið var avgerandi.

– Í seinna hálvleiki hava vit tríggjar stórar kjansir, men skora ongan. Teir hava eisini tríggjar kjansir og fáa tvey mál, vísir hann á.