Karsten Vogel og Fagrir Fuglar hava í hesum døgum konsertir í miðstaðarøkinum.
Hóast tað ganga ár ímillum, at Vogel og fuglarnir leika saman, so prógvaðu teir hóskvøldið, at teir hava ikki mist flogið. Nærum við upprunamanning spældu teir á Café Natúr, har norski vísisangarin Ola Nordskar eisini sang sínar vísur. Myndin niðanfyri er á ein hátt søgulig, tí leingi er ímillum, at Fagrir Fuglar flúgva saman og tískil eru høvini at taka mynd av teimum ikki mong.
Í kvøld leika fuglarnir á Meiarínum og sunnukvøldið í Kagganum.