Ikki mist eitt sett enn

Tað hevur higartil gingið strúkandi hjá flogbóltskvinnunum, sum hava vunnið allar sínar dystir og enn ikki tapt so mikið sum eitt sett. Í gjár stóðu Caymanoyggjar fyri tørni, og eftir eitt veikt fyrsta sett var eingin ivi í teimum báðum seinnu

FLOGBÓLTUR

 

Hóast tað longu sást í fyrstu bóltunum í kvinnudystinum í gjár, at Caymanoyggjar neyvan skuldi blivið nøkur hóttan, so skuldi tað vísa seg, at persónligir feilir, servufeilir og vantandi konsentratión var líka við at kosta.

Caymanoyggjar vóru fleiri ferðir frammanfyri og eitt skifti var støðan 16-10, so tá stóð eitt sindur illa til. Men so tók føroyska liðið sær brádliga um reiggj, vendi spælinum og kom upp á 17-17. Og hóast tað onkra løtu eftir tað gjørdist í so spennandi, vunnu Føroyar settið 25-22.

Tá var eisini liðugt við sløsandi spælið, tí føroyska liðið vann sera sannførandi tey bæði næstu settini, 25-9 og 25-15, og tá líktist talvan á dómaraborðinum eisini nógv meira tí, vit sóu á vøllinum.

Nú kappingin er komin væl áleiðis, tykist føroyska liðið betri og betri, hóast fyrsta sett í gjár var eitt sindur óneyðuga spennandi. Allir fýra dystirnir higartil eru vunnir 3-0, og ongantíð hevur staðið so mikið á, at settini eru vunnin við at røkka 25 stig og uttan nakran javnbrótara.

Í dag er mótstøðuliðið Menorca, sum eisini hevur vunnið allar sínar dystir, men heilt týðiliga hevur verið í nógv størri trupulleikum í fleiri av dystunum. Tí verður spennandi at vita, um mótstøðan nú verður munandi størri ella um tað skal gerast fimti 3-0 sigurin, ið gevur hálvfinalupláss við bólkasigri.