Ikki met hjá AaB

Talan var ikki um Champions League-met, tá AaB í gjárkvøldið tapti 6-3 á útivølli móti spanska Villarreal. Málmetið fyri ein dyst í søguni hjá Champions League er fimm ára gamalt, og setti franska Monaco hetta, tá teir vunnu ikki minni enn 8-3 móti Deportivo tann 5. november í 2003. Hinvegin var dagurin í gjár tann málríkasti í søguni hjá Champions League við ikki færri enn 36 málum í átta dystum.