Ídnaður
Á bedingunum í Havn, Skála og Vestmanna hevur ikki verið nógv virksemi seinastu tíðina.
- Vit hava nakað at gera alla tíðina, men sum er hava vit saktans pláss fyri meira.
Mouritz Mohr, rakstrarleiðari, sigur, at lítið og einki virksemi er í Vestmanna, men nakað er alla tíðina í Havn, Skála og Runavík.
- Sum heild kundu vit tikið fleiri uppgávur á okkum í løtuni, og eg vóni, at meira aktivitetur verður so hvørt, vit nærkast jólum.
Hann vísir á, at MEST, sum eisini fevnir um fyrrverandi FJM í Runavík, tilsamans er ein stór fyritøka við umleið 300 arbeiðsfólkum, og tí skal nógv til, um øll skulu hava nóg mikið fyri hendurnar.
Boriflaki til Íslands
Á MEST í Havn og Skála snýr meginparturin av virkseminum seg um ymiskt umvælingararbeiði av skipum.
- Í Havn byggja vit eisini ein boriflaka til íslendskt felag. Hesin verður væntandi liðugur og fer yvir til Íslands við farmaskipi um mánaðarskiftið november/ desember.
Mouritz sigur, at Christian í Grótinum í løtuni stendur í dokkini á Skála, har hann verður gjørdur klárur til ferðina yvir til Kili, hagar hann er seldur.
- Vit hava eisini tveir russar við bryggju á Skála, harav annar fer í dokkina, tá Christian í Grótinum er liðugur, sigur rakstrarleiðarin.
Eingin nýbygging
Síðan MEST á Skála varð liðug við seinna nýbygningin hjá Thor í Hósvík, Thor Omega, hevur MEST ongan sáttmála um nýbygging.
- Í Havn hava vit eisini smíðað tvær tvíkiljur sum alibátar til Vestlaks, men í løtuni er eingin slíkur sáttmáli heldur.
Mouritz Mohr sigur annars, at arbeiði við nýggju bedingini á Skála ætlandi verður liðugt um mánaðarskiftið november/ desember.
- Tá bedingin verður klár at taka í nýtslu aftur, kunnu vit taka skip upp, sum í mesta lagi eru 1500 brt. stór, sigur rakstrarleiðarin.
MEST á Skála hevur gjørt eina stóra íløgu í nýggju bedingina.
MEST fellir væl
Vit spurdu eisini Mouritz, hvussu hann heldur, at nýggja navnið hjá fyrrverandi Tórshavnar Skipasmiðju riggar.
Undir hattinum hjá skipasmiðjuni eru eisini fyrrverandi skipasmiðjan á Skála, bedingin í Vestmanna og FJM í Runavík. Nú verða øll støðini rópt MEST – og so staðarnavnið aftrat.
- Jú, eg haldi, at hetta hevur riggað rímiliga væl.
Mouritz Mohr ásannar kortini, at neyðugt er at hugsa seg um hvørja ferð, telefonin verður tikin, so rætta navnið verður sagt – MEST.
- Alt nýtt krevur tilvenjing, men eg trúgvi, at vit við tíðini fara at venja okkum við navnið, leggur hann aftrat.










