Formaðurin í íslendska Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, segði um vikuskiftið, at tað er ikki meiriluti millum íslendingar fyri íslendskum limaskapi í ES. Hann legði afturat, at tað er heldur ikki meiriluti í Altinginum fyri ES-limaskapi.
Bjarni Benediktsson vildi vera við, at samráðingarnar um íslendskan limaskap í Evropasamveldinum byggja á skeivar fortreytir, og at tað er ábyrgdarleyst av stjórnini at fara undir samráðingarnar.
-Tað er ábyrgdarleyst at banka á dyrnar hjá ES, tá samráðingarnar ikki hava politiska undirtøku, segði formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum.










