Ikki meiri neyðhjálp

Tá forsetin í Haiti, René Preval, fer at hitta amerikanska forsetan, Barack Obama, í morgin, fer hann at biðja USA gevast við at senda meiri neyðhjálp til Haiti, tí tað kann skaða landsins búskap.

Haiti varð illa rakt av jarðskjálvta tann 12. januar, og umleið 230.000 fólk lótu lív.

Síðani hevur altjóða samfelagið sent landinum nógva neyðhjálp, men á einum tíðindafundi í gjár segði forsetin, at neyðhjálpin kann oyðileggja búskapin, tí at landsins egna framleiðsla noyðist at kappast við tær innfluttu vøruenar.

Hann mælti heldur umheiminum til at hjálpa Haiti at byggja landið uppaftur.