Føroyska judolandsliðið var vælmannað til liðkappingina í gjár. Seks av teimum tilsamans sjey høvdu vunnið heiðursmerki í einstaklingakappingini, og tí vóru vónir um at røkka allan vegin upp á toppin.
So væl gekk tó ikki, tí í finaluni høvdu føroyingarnir ikki tað sum skuldi til, fyri at basa vertstjóðini Rhodos. Hetta er ikki nøktandi, sambært venjaranum Búgva Poulsen.
– Henda dystin áttu vit at vunnið. Teir vunnu fyrsta dystin uttan dyst, har eg eri rættiliga sannførdur um, at Christoffur annars hevði vunnið, um hann fekk barst. Umframt tað tapa vit onkran annan dyst, har vit burdu vunnið, so eg eri ikki nøgdur, helt Búgvi Poulsen fyri, tá liðkappingin var av. Hann vísir á, at hetta er tað sum kann henda.
– Møguliga vóru menn troyttir frá í gjár, tí har spardu vit okkum í hvussu so er ikki. Tá vóru vit fullkomiliga tendraðir, og kanska vóru vit ikki eins svangir nú, segði Búgvi Poulsen. Hetta er tó ikki nøktandi sambært honum.
– Eftir tað vit sóu sunnudagin og okkara møguleikar at mannað liðið, so kann eg ikki vera nøgdur. Tí samanbera vit hvussu vit berjast í mun til hinar, so eru teir ikki betri, og tað sást eisini aftur í medaljuúrtøkuni frá sunnudegnum, tí teir frá Rhodos vóru ikki gullvinnarar, sigur Búgvi Poulsen.
Góð byrjan
Tað byrjar annars væl hjá judolandsliðnum í gjár. Teir komu víðari úr fyrsta umfarinum uttan dyst, og næsta dystin vunnu teir 5-2 á Isle of Man. Christoffur Olsen í –60 kg tapti sín dyst, tá hann var borin av vøllinum við brotnari nøs. Hin dystin tapti Edvard Johannesen í vektflokkinum fyri teir omanfyri 100 kilo, meðan Alex Joensen, Hjalmar Johannesen, Búgvi Poulsen, Petur Sigurð Johannesen og Ragnar við Streym vunnu sínar dystir.
So vóru teir í semifinaluni, har mótstøðan kom frá Álandi. Teir báðar fyrstu dystirnar tapti Føroyar. Fyrra uttan dyst, og seinna tapti Alex Joensen. Tað gekk tó skjótt hinvegin, tí teir báðar næstu dystirnar vunnu Hjalmar Johannesen og Búgvi Poulsen uttan dyst.
Síðani kom túrurin til Petur Sigurð Johannesen, sum hølvaði sín mótstøðuleikara av. Næsta dystin taptu føroyingar, tá Ragnar við Streym lat seg halda niðri. Hann meiddi sær tummilin tíðliga í dystinum, og tá mótstøðumaðurin fekk hann niður at liggja, valdi Ragnar ikki at gera mótstøðu, tí sigurin var longu heim við tað, at Edvard Johannesen vann seinasta dystin uttan dyst.
Dysturin endaði sostatt 4-3 til Føroyar, og finalan móti Rhodos var veruleiki.
Dalar móti endanum
Í finaluni møtti føroyska liðið einum fullmannaðum Rhodos-liðið. Tískil taptu vit fyrsta dystin í –60 kg, men næsta dystin vann Alex Joensen við einum frágera góðum “picp-up” mótkasti. Eitt kast sum man teljast millum tey bestu í kappingini.
Hjalmar Johannesen í –73 kg tapti sín dyst, áðrenn Búgvi Poulsen í –81 vann aftur.
Í –90 kg tapti Petur Sigurð Johannesen, og síðani skuldi Ragnar við Streym á mottuna í –100 kg. Hetta var helst mest spennandi føroyski dysturin. Ragnar varð tikin á bóli og fekk eina wazari ímóti sær, men kom sterkt aftur. Eina wazari vann hann sær, og fekk síðani mannin niður at liggja, har hann helt honum til tíðin var úti. Ein ótrúliga góður og spennandi dystur, sum fekk Føroyar aftur upp á javnt 3-3.
Seinasta dystin tapti føroyingar tíverri, tá Edvard Johannesen endaði í haldigreb og ikki megnaði at koma leysur. Búgvi Poulsen, leikandi venjari, tekur soleiðis samanum kappingina hjá føroyingum.
– Sunnudagurin var heilt fantastiskur, ótrúliga góður. Mánadagin komu vit gott frá byrjan, men so dalar tað móti endanum. Kortini vil eg siga, at vit allir gjørdu eitt gott avrik, sigur Búgvi Poulsen.









