Ikki ómansligt at fara í barsil

heldur 36 ára gamli Rógvi Laksáfoss, sum sjálvur var heima í farloyvi við yngstu dóttur síni í góðar fýra mánaðir

– Føroyskir pápar í barnsburðarfarloyvi eru ein undirmettur partur av føroysku samfelagsmyndini, og eg vóni, at vit klára at grundfesta eina sunna mentan, har hetta mynstrið broytist  á natúrligan hátt, so tað í framtíðini ikki verður ónatúrligt hjá pápum at taka avgerð um at vera heima hjá børnunum. Hendir tað ikki natúrliga, so mugu inntriv gerast, og ofta síggja vit, at ein slíkur hugburður ikki broytist av sær sjálvum. Serliga ikki í einum siðbundnum samfelagi, sum tað føroyska jú er, heldur 36 ára gamli Rógvi Laksáfoss, sum sjálvur var heima í farloyvi við yngstu dóttur síni í góðar fýra mánaðir.

Saman eiga Rógvi og Sanna sjey ára gamla Bjarta, skjótt fýra ára gomlu Báru og tvey ára gomlu Bjørk. 

– Fremsta uppgávan hjá pápanum er at knýta sterkt kærleiksband við lítla barnið, og man skal læra tað at kenna. Hjá kvinnuni er øðrvísi, tí hon gongur við barninum og byggir tilknýti tá. Tað sama er ikki galdandi fyri pápan, sigur hann.

– Tá ið Bjørk varð fødd, vildi eg vera har. Tað er ein sosial-, samleiks-, og sálarlig kollvelting at gerast foreldur. Samstundis sum tað er áhugavert at eygleiða lítla menniskja, so lærur man eisini um seg sjálvan. Man verður meir vaksin, setur seg sjalvan til viks og letur meir av sær sjálvum fyri eitt lítið menniskja. Eg hevði smakkað tað við Bjarta og Báru, og vildi veruliga royna tað við Bjørt, sigur hann avgjørdur.

– Eisini er tað gott fyri ein pápa at eiga árbyrgdina av einum lítlum barni einsamallur. Samstundis er tað gott fyri parlagið, tí foreldrini eiga børnini saman. Tað er ein stórbroyting at fáa børn. Skal tað rigga, so má man tosa um tingini og taka lut í øllum, sigur Rógvi Laksáfoss.

Les eisini: Pápar skulu hava rætt til longri farloyvi

Les alla samrøðuna við Rógva Laksafoss og meir um sama evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðum kring landið og talgildur her