Ikki álvarsligt hjá Inga

Í sama minutti, sum B36 skoraði sigursmálið, varð Ingi Højsted skiftur út. Á vøllin fyri Inga kom Oddmar Færø.

Tá ið hjálparmaðurin var komin tvørtur um vøllin til Inga, boðaði hann beinanvegin beinkinum frá, at tað var neyðugt við útskifting, og Ingi var stuðlaður í umklæðingarrúmið.

Tað sá álvarsamt út, og við øllum skaðaplágunum í huga, sum Ingi hevur verið ígjøgnum, so var tað ikki sørt, at ampi var í B36 leguni.

Tað skilst tó, at talan ikki er um álvarsligan skaða.

- Ingi fekk eitt slag inn á knæið, sum hovnaði eitt sindur. Men talan er ikki um nakran álvarsligan skaða, og vit rokna við, at Ingi verður førur fyri at spæla aftur heilt skjótt, verður sagt í B36 leguni.