Ikki loyvismyndugleiki

? Lóggevarin hevur við náttúrufriðingarlógini ásett myndugleikabýti við lokalum friðingarnevndum, hvørs avgerðir kunnu kærast til yvirfriðingarnevndina. Hesar kunnu ikki kærast, svaraði Finnbogi Arge

Ólavur í Beiti


Dan R. Petersen setti Finnboga Arge nakrar spurningar herfyri í fyrispurningi um útbyggingarætlanina hjá SEV - Eiði 3 og 4, og í gjár svaraði so Finnbogi Arge spurningunum.

Viðvíkjandi spurningunum, um SEV hevur hildið seg innan fyri loyvið til Eiði 3 frá 1983, um SEV hevur hildið tær treytir, sum vóru álagdar SEV í samband við Eiði 3-ætlanina og um landsstýrismaðurin metir at habiliteturin hjá limunum í Yvirfriðingarnevndini er í lagi, sigur Finnbogi Arge, at hvørki umhvørvisverndarlógin ella náttúrufriðingarlógin eru málsøki hjá landsstýrismanninum í vinnumálum. Nevndu spurningar nema allir við umhvørvis- og náttúrfriðingarpartin av vatnorkuútbyggingini, og ber tað mær tí ikki til at svara teimum. Spurningarnir skulu beinast til landsstýrismannin í umhvørvismálum.


Onga heimild

Viðvíkjandi spurningunum, um landsstýrismaðurin hevur givið SEV loyvið at fara undir Eiði 4-ætlanina, sum røkkur frá Barkhellu innast í Funningsfirði og suðureftir, og um rætt er farið fram fyrisitingarliga, at SEV søkir friðingarmyndugleikarnar beinleiðis um loyvið til útbyggjan, og um landsstýrismaðurin ikki fyrst eigur at taka prinsipiella støðu og í hesum sambandi spyrja friðingarmyndugleikarnar sum liður í samlaðu málsviðgerðini? sigur landsstýrismaðurin, at sigast skal beinanvegin, at landsstýrismaðurin hevur ikki givið S.E.V. loyvi at fara undir Eiði 4-ætlanina, og landsstýrismaðurin hevur heldur ikki heimild at geva slíkt loyvi.

? S.E.V. er eitt interkommunalt lutafelag, hvørs evsta vald er ein umboðsnevnd. Við kunngerð nr. 76 frá 5.10.1963 fekk interkommunala ravmagnsfelagið loyvi at nýta vatnkraftina í Streymoy, Eysturoy, Vágoy og Suðuroy. Í hesum loyvi er ásett, at loyvishavarin (S.E.V.) við øllum sínum verkum og rakstri teirra, er undir tí eftirliti, sum landsstýrið fyrisetur. S.E.V. hevur skyldu at geva landsstýrinum allar upplýsingar um viðurskifti síni, og eisini er ásett, at viðtøkurnar hjá loyvishavaranum skulu góðkennast av landsstýrinum. Loyvi varð givið í 50 ár.

? Landsstýrið hevur sostatt ikki myndugleika at ráða yvir S.E.V., burtursæð frá tí, sum er ásett í loyvinum um at nýta vatnkraftina frá 1963. Eftir løgtingslóg um náttúrufriðing krevst loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikunum, áðrenn arbeiði, ið kunnu væntast at broyta sermerkt landslag munandi, verða gjørd.


Øll loyvi greið

S.E.V. søkti tann 31.5.1979 náttúrufriðingarnevndina í Eysturoy um byggiloyvi til útbyggingina. Náttúrufriðingarnevndin sýtti fyri hesum, og tí fór málið víðari til yvirfriðingarnevndina, sum 30.12.1983 gav S.E.V. loyvi at fara undir vatnorkuútbyggingina í Eysturoy.

Av úrskurðinum hjá yvirfriðingarnevndini frá 30.12.1983 um Eiði 1 & 3 framgongur, at landsstýrið 5.7.1982 gav S.E.V. loyvi at fara undir 1. og 3. byggistig av vatnorkuorkubyggingini í Eysturoy. Orsøkin til, at landsstýrið gav slíkt loyvi í 1982, var, at tað sambært § 9 í loyvinum frá 1963 kravdist (og framvegis krevst), at landsstýrið góðkendi, at S.E.V. (kommunalur felagsskapur) upptók íløgu- og rakstrarlán.

Og at enda sigur Finnbogi Arge, at landsstýrið er ikki loyvismyndugleiki í samband við vatnorkuútbyggingina. Lóggevarin hevur við náttúrufriðingarlógini ásett myndugleikabýti við lokalum friðingarnevndum, hvørs avgerðir kunnu kærast til yvirfriðingarnevndina. Avgerðirnar hjá nevndini eru endaligar og kunnu ikki skjótast inn fyri dómstólarnar Tað eru friðingarnevndirnar, sum taka mál upp, og tí skulu slík stílast til friðingarnevndina í avvarðandi sýslu.

*