Ikki longur mannminkandi at tiðna blokkin

Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, heldur ikki longur tað vera mannminkandi at tiðna blokkin. Tað metti hann hinvegin í juni, men nú er støðan ein onnur. – At tiðna blokkin er ikki tað sama sum at vaksa hann, sigur Jóannes Eidesgaard í dag

- Eg haldi, at tað mannminkandi at biðja um hægri ríkisveiting, segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum í Sosialinum 30. juni í fjør sum viðmerking til, at Jaspur Vang og Edmund Joensen, sambandstingmenn, mæltu til, at føroyingar skuldu royna at fáa prístalsviðgjørt ríkisveitingina til komandi samráðingarnar við danir.

Men seinastu dagarnar hevur sami Jóannes Eidesgaard fleiri ferðir ført fram, at hann fegin vil taka diskutiónina upp við Sambandsflokkin at prístalsviðgera ríkisveitingina.

- Ein prístalsviðgerð og ein hækking er ikki tað sama, sigur Jóannes Eidesgaard í dag.

Hann vísir nú á, at tað, at ríkisveitingin ikki verður prístalsviðgjørd er ein lækking, meðan ein prístalsviðgerð heldur fast um sama virði av blokkinum.


Bíta høvdið av skomm

Men hetta samsvarar ikki heilt við viðmerkingina hjá fíggjarmálaráðharranum til Jaspur Vang og Edmund Joensen, sum nevniliga vildu prístalsviðgera ríkisveitingina.

- Eg haldi, at teir trupulleikar, vit eru í, eiga vit at klára sjálvir, uttan at biðja um hægri ríkisveiting. Vit skulu heldur ikki gloyma, at danski búskapurin hevur tað heldur ikki gott, so at fara til teirra at biðja um hægri ríkisveiting, hóvar mær ógvuliga illa segði Jóannes Eidesgaard fyri góðum hálvum ári síðna.

- Eg haldi, at hetta er at bíta høvdið av allari skomm, leggur hann afturat, segði Jóannes Eidesgaard somuleiðis.

Hann helt eisini, at ein prístalsviðgerð hevði verið eitt afturstig, tí tað hevði verið eitt stig burtur frá einum sjálvberandi búskapi.

Men í dag kann hann saktans diskutera spurningin, sum hann málber seg, um Sambandsflokkurin hevur eitt ynski um tað. Men hóast alt heldur fíggjarmálaráðharrin eisini, at føroyingar fyrst og fremst eiga upptakið í Føroyum.


12 milliónir

Og ein prístalsviðgerð av ríkisveitingini hevði ikki givið tað nógva í fyrsta umfari. Sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, er tað nevniliga soleiðis, at við eini inflatión á tvey prosent um árið – sum er rættiliga vanligt – hevði ein prístalsviðgerð av blokkinum givið føroyska samfelagnum 12 milliónir krónur um árið.