Ikki øll standa saman í Smærugøtu

Fólk í Smærugøtu í Havn vilja fegin gera vart við, at ikki øll húsarhaldini hava skrivað undir mótmælisskrivið, ið sent varð myndugleikunum, har tey mótmæla at ætlanunum um, at fleiri brekað flyta inn í grannalagið

 

Herfyri stóð grein í Sosialinum um, at íbúgvar í Smærugøtu í Havn ikki vilja hava fleiri brekað í grannalagið, tí frammanundan eru tvey sambýli í økinum.

 

Tey bóru ótta fyri, at menningartarnað við álvarsomum atferðartrupulleikum, sum kanska kundu vera vandamikil við kriminellari fortíð, fóru at flyta inn í gøtuna.Tey hildu tað vera skeivt fyrst at royna at flætta tey brekaðu inn í samfelagið saman við vanligum fólki og síðani at savna tey brekaðu samanaftur, tætt saman í lítlum øki.

 

Tí tóku tey stig til mótmælisskrivið. Eini 10-12 húsarhald í gøtuni hava skrivað undir, fingu vit at vita frá einum teirra.

 

 

 

Ikki øll við

 

Fólk búsitandi í Smærugøtu hava nú gjørt vart við, at ikki øll standa saman um hetta skrivið.

 

Bára Johansen býr í Smærugøtu, og hon vísir á, at eini tredivu hús eru í gøtuni, og tí stendur grannalagið ikki saman um hetta.

 

Hon er ikki samd við hinum í, at enn eitt sambýli í gøtuni fer at oyðileggja umhvørvið. Hon bjóðar hinvegin teimum brekaðu vælkomnum í gøtuna, og hon vil fegin hava tey búgvandi har.

 

Hildur Jensdóttir Joensen er ein onnur, ið ikki vil hava nakrar ákærur sitandi á sær. Hon sigur seg heldur ikki kenna nakað til, at fólk steingja hurðarnar, tí tey ikki kenna seg trygg í grannalagnum.

 

Harafturat vil hon vera við, at tey ikki hava sæð hetta skrivið fyrr og hava tí ikki havt møguleika at mótmæla skrivinum.