Ragna Jacobsen
Smærugøta 100 Tórshavn
??????????????????????????
Sum ein av teimum, ið býr í Smærugøtu, fer undirritaða við hesum at gera vart við, at tað als ikki eru allir Smærugøtubúgvar, sum taka undir við mótmælunum ímóti, at menningartarnað búsetast í gøtuni. Tvøtur ímóti eru vit fleiri, sum ynskja teimum hjartaliga vælkomnum, og sum ætla at gera okkara til, at tey fara at kenna seg væl.
Ein bleiv ikki bert kløkk av greinini í Sosialinum um mótmælini móti ætlaða sambýlinum, ein skammaðist rætt og slætt. At hugsa sær, at menningartarnað fáa slíka viðferð her á landi anno 2001. Menningartarnað, sum hvørki hava lyndi ella førleika til at teinkja ein óndan tanka, enn minni at fremja ónda gerð.
Um vit, sum búgva í Smærugøtu, ikki hava dirvi og/ella orku at gerast grannar hjá menningartarnaðum, hvør skal so hava tað?
Um vit í Smærugøtu ikki eru sinnað at góðtaka menningartarnað og geva teimum ans, hvør skal so gera tað?
Havi hug at seta teimum mótmælandi ein spurningur til umhugsunar. Hvørji verða óynskt, tá tey menningartarnaðu eru flutt úr eygsjón tykkara? Hvørji eru tey tá, sum ikki lúka treytirnar sum góðtiknir grannar?