Ikki øll sleppa á val

Irakski forsætisráðharrin ásannar nú, at tað ber ikki til at halda val í øllum landinum.

Tann 30. januar verður tjóðartingsval í Irak, men allir irakar sleppa ikki á val.
Stjórnin í Bagdad hevur higartil hildið uppá, at ófriðurin skuldi ikki ávirka valið, men í gjár segði Iyad Allawi, forsætisráðharri, at tað ber ikki til at halda val í teimum ófriðarligastu økjunum.
Fyrradagin doyðu 25 fólk í tveimum bumbuatsóknum í Irak, og mótstøðumenn hava hótt við at herða ófriðin, so hvørt sum valdagurin nærkast. Endamálið er at ræða fólk frá at fara á val.