Rúsan hevur úr at gera í døgunum upp undir jól, og stórur munur er á kundunum, sum koma inn at keypa til jólini.
Nógvir kundar kenna vørurnar og vita, hvat vín hóskar væl til tey ymisku sløgini av mati. Men tað eru eisini fleiri kundar, sum eru sjáldsamir gestir í Rúsuni, og sum ikki vita, hvat vín teir skulu velja til jóladøgurðan.
Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Havn sigur, at á jólum hava tey fleiri kundar, sum annars ikki koma serliga ofta inn í Rúsuna at keypa. Talan er kanska serliga um tilkomin ella eldri fólk, sum vanliga ikki plaga at keypa har.
Nógv sløg eru at velja ímillum, og ofta ivast tey í, hvat tey skulu keypa. Tey kunnu spyrja seg fyri hjá starvsfólkunum í Rúsuni og fáa vegleiðing um, hvat er besta vínið at keypa, nú jóladøgurðarnir standa fyri framman.
Eisini hevur Rúsan gjørt ein faldara, sum er ætlaður at vegleiða og hjálpa teimum, sum ikki frammanundan vita, hvat tey skulu keypa.
Í faldaranum fáa kundarnir eitt yvirlit yvir, hvørji sløg av víni hóska væl til tey ymisku sløgini av mati. Í faldaranum eru dømi um fleiri vínsløg, og eisini verður vegleitt um, hvussu vínið skal goymast.
Víst verður á, at tað er umráðandi at vín, sum er sterkari enn 13 prosent verður kølt eitt sindur, áðrenn tað verður skonkt. Hetta er serliga galdandi fyri sterkt vín, sum hóskar væl til jólamatin.