Ikki ljótir dunnuungar

H.C. Andersen skrivaði eitt ævintýr um ljóta dunnuungan. Men svanaungarnir á Eiði eru ikki komnir skeivt fyri. Helst vita teir, at teir eru svanir, og at teir ein dag gerast sum foreldur síni. Svanaungarnir eru lítlar tveir mánaðir gamlir, og sum skilst hava teir tað gott

Niðri á vatni á Eiði eru eitt svanapar og tveir ungar. Tað brast fyri nev fyrst í julimánaði, og síðani hava nógv fólk verið og hugt at teimum.

Á Eiði eru fleiri fólk, ið geva svanunum og ungunum at eta hvønn dag, og síggja stóra fragd í at síggja ungarnar vaksa til. Ungarnir vóru klaktir tann níggjunda juli í ár.

Ungarnir eru úrslit hjá einum pari, sum sambært Knúti Vesturdal á Eiði, hava verið fastbúgvandi á vatninum síðani í maimánaði í fjør.


Svanir í Føroyum

- Í Føroyum hevur svanur helst verið búfuglur fram til 1700 talið. Hetta kann undirbyggjast við, at nógv staðarnøvn eru uppkallaði eftir svanum ella oknum, ið teir eisini vera nevndir, sigur Tróndur Leivsson, stjóri í skógrøkt Landsins.

Í dag eru svanir mest í Føroyum um várið og um heysti. Um vetrarnar halda hesir vanliga til við Norðsjógvin og við Írska havið, meðan teir vanliga halda til í Íslandi og Grønlandi um sumrarnar.

- Fuglarnir, sum vera verandi í Føroyum eru vanliga fuglar, ið eru sera niðurundirkomnir. Ofta eru teir sjúkir, og doyggja um teir ikki koma til djóralækna, greiðir Tróndur Leivsson frá.

Í løtuni eru einir tíggju svanir ymsastaðni í Føroyum, men bara tvey pør hava ungar, sum mann veit um.

- Vit hava ungar í Havn eisini. Í 2004 byrjaði eitt par í viðarlundini í Havn at nørast, og tey fingu ein unga í 2004. Í 2005 og 2006 fekk parið tríggjar ungar, og í ár hava tey ikki færri enn fýra. Í løtuni halda hesir svanir til uppi á økinum hjá Skógrøkt landsins uppi í Hoydølum. Týdningarmikið er at smábørn ikki fara ov nær svanunum tá ungarnir eru lítlir, tí tá kann steggin vera sera aggressivur, sigur Tróndur Leivsson.

Stjórin í Skógrøkt Landsins, leggur afturat, at sjálvt um svanirnir mest vera hildnir fyri at hava okkurt at hyggja at, er hetta eisini ein roynd at endurbyggja eldru náttúruskipanina.


Svanirnir á Eiði

Tróndur Leivsson greiðir frá, at steggin kom til Føroyar í 1993, og var tá sera niðurundirkomin. Jógvan Mørkøre á Eiði tók hann til sín, og sendi hann til skógrøkt landsins. Har varð hann viðgjørdur, og var at enda saman við eini bøgu, ið varð funnin á Viðareiði, fluttur norður til Eiðis. Bøgan varð seinni funnin deyð á Skálafjørðinum.

- Tað ordiliga stuttliga er, at steggin á Eiði, ikki hevur verið at sæð síðani 1993, men nú aftur er komin til landið. Vit mugu minnast til, at svanur er vanliga er styggur fuglur, ið krevur fitt av plássi. Tí merkir hetta, at steggin hevur havt tað gott á Eiði, tá hann ferð aftur hagar, og enntá hevur bøgu við sær, greiðir Tróndur Leivsson frá.


Nógv geva svanunum

Tað eru nógv, sum geva svanunum á Eiði breyð og annað. Í gjár vóru hjúnini, Erling Petersen og Jovina Højgaard og góvu svanunum.

- Vit eru altíð og ganga túr runt um vatnið, og vit hava sæð svanirnar gjøgnum alt summarið, men vit geva teimum ikki so ofta. Eg haldi teir kenna okkum aftur, tí teir eru ikki styggir tá vit koma nær, sigur Jovina Højgaard.

Ein av teimum, ið gevur svanunum hvønn dag, er Knút Vesturdal. Hann hevur fylgd við teimum líka síðani teir komu.

- Teir komu í maimánaði í fjør, og hava verið her líka síðani. Vit sóu beinanvegin at tað var eitt par, tí tey bóru seg ikki líka at sum hinir svanirnir, ið hava verið á vatninum. Reiðrið er á ovaru grynnuni á vatninum, og tað brast fyri nev níggjunda juli, greiðir Knút Vesturdal frá.

- Eg havi eisini sæð at svanirnir brúka nógv pláss, tí steggin hevur rikið bæði fuglar og seyð, ið eru komin ov nær, leggur Knút Vesturdal afturat.