Ikki liðug at rudda enn

Ruddingararbeiðið eftir eldsbrunan hevur tikið longri enn ætlað

Hóast ruddingararbeiðið í kjalarvørrinum av stóra eldsbrunanum í virkinum hjá Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri byrjaði fyri einum mánaði síðan, so standa toftirnar av stóra virkinum enn á havnarlagnum og vitna um stóra eldsbrunan fyri tveimum mánaðum síðan, tá allur býurin bleiv evakueraður.


Eftir ætlan skuldi tað einans taka tríggjar vikur at rudda upp eftir eldsbrunanum, og nú ein mánaður er farin síðan arbeiðið at rudda økið eftir eldsbrunan byrjaði, vónar Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, at arbeiðið skjótt er liðugt.


- Tað er ringt at meta um hvussu leingi slíkt tekur. Sagt varð, at tað tók tríggjar vikur, og har eru vit nú. Alt er kappað sundur í stykkir og sorterað. Skipið, ið skal taka leivdirnar, kemur í hesi vikuni, men spurningurin er um skipið klárar at taka alt, tí tað er torført at meta um hvussu nógv jarn er, ið skal flytast burtur, sigur Bogi Jacobsen.


Tað er MTV byggivirki í Froðba, ið hevur ábyrgdina av ruddingararbeiðinum.