»Ikki lesa so skjótt?« í Norðurlandahúsinum

Undir heitinum »Ikki lesa so skjótt...« bjóðar Norðurlandahúsið í morgin eina heldur øðrvísi listauppliving við teimum báðum listamonnunum Tóroddi Poulsen og Claus Carstensen Í morgin klokkan 17 býðst høvið hjá áhugaðum at fáa eina serliga og fjølbroytta listauppliving í Norðurlandahúsinum, sum fevnir um bæði framsýning og upplestur, umframt filmssýning.

Tá fara listamenninir Claus Carstensen (1957) og Tóroddur Poulsen (1957) at sýna fram steinprent, sum teir hava framleitt á Grafiska Verkstaði Føroya saman við Jan Andersson og Fríðu Brekku.

Á framsýningini verður eisini videoverkið ?Reth´s Monologue? hjá Claus Carstensen at síggja, eins og Tóroddur Poulsen fer at lesa upp egnar yrkingar, áðrenn filmurin um hann ?Ein regla um dagin má vera nokk? hjá Katrini Ottarsdóttir verður sýndur.

Tað eru orðini ?Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga? úr teksti hjá Tóroddi Poulsen, sum hava givið íblástur til heitið á tiltakinum.

Skrivaða orðið hava listamenninir til felags, bæði í yrkingum og øðrum tekstum, eins og myndirnar hjá teimum báðum innihalda orð og setningar.

Hjá báðum verða orðini javnsettir partar av tí visuella myndamálinum sum myndaliðir, ið støðugt skapa nýggjar týdningar í samspæli við hvønn einstakan áskoðara.

Skrá:

Kl. 17.00 Framsýningingin letur upp. Báðir listamenninir verða til staðar á framsýningini og undir filmssýningunum.

Kl. 18.00 Videoverkið Reth´s Monologue? eftir Claus Carstensen verður sýnt

Kl. 18.45 Upplestur við Tóroddi Poulsen

Kl. 19.00 Filmurin ?Ein regla um dagin má vera nokk?, sum Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt um Tóroddur Poulsen, verður sýndur