Mánakvøldið 8.desember býðst høvið hjá áhugaðum at fáa eina serliga og fjølbroytta listauppliving í Norðurlandahúsinum, sum fevnir um bæði framsýning og upplestur, umframt filmssýning. Tá fara listamenninir Claus Carstensen (1957) og Tóroddur Poulsen (1957) at sýna fram steinprent, sum teir hava framleitt á Grafiska Verkstaði Føroya saman við Jan Andersson og Fríðu Brekku. Á framsýningini verður eisini videoverkið ”Reth´s Monologue” hjá Claus Carstensen at síggja, eins og Tóroddur Poulsen fer at lesa upp egnar yrkingar, áðrenn vælumtókti filmurin um hann "Ein regla um dagin má vera nokk" hjá Katrini Ottarsdóttir verður sýndur.
Frælsi og spei
Hóast munirnir millum listamenninar eru nógvir og eyðsæddir, eru eisini mangir líkleikar; javnvnaldrarnir báðir eru neyvan heilt ósamdir í listarligu áskoðanum sínum.
Í viðtali í Sosialinum vísir Claus Carstensen á Tórodd Poulsen, sum ein í føroyskum høpi øðrvísi listamann, hvørs verk peika frameftir, hugskotsgrundað sum tey eru, heldur enn veruleikaímyndandi. Eitt ítøkiligt dømi um nevnda skyldskap millum listamenninar sæst í litavalinum í teimum framsýndu steinprentunum. Í staðin fyri at nýta litkort, hevur Claus Carstensen tikið støði í samansetingum av litum hjá øðrum listafólkum, sum hava arbeitt á Grafiska Verkstaði Føroya, og tað vil altso í fleiri førum merkja litsamansetingar hjá føroyskum listafólkum. Hetta hevur hann gjørt av tí, at honum dámar litsamansetingarnar, eins og honum hóvar hetta slagið av konstruktivari tilvild, sum hann metir, gevur honum eitt serligt frælsi í myndagerðini.
Tað er næstan tað sama og kortini als ikki tað, sum Tóroddur Poulsen ger, tá hann við ælabogalitum hermir eftir føroyska landslagsmálninginum í myndum sínum við felagsheitinum “Færøkitsch”. Á sín serliga fleirtýdda hátt, speirekur hann eymliga føroysku listahevdina og okkara heimføðisliga forkærleika fyri bjartlittum landslags- og bygdalýsingum. Hesin arbeiðsháttur bendir á eina frástøðu í mun til myndevnið, sum vit ikki hava verið von við í føroyskari myndlist.
Orðini og myndin
Í videoverkinum hjá Claus Carstensen fara vit eina rundferð í týningarleguni S 21 hjá Khmer Rouge í Pnom Penh og teimum nærliggjandi Killing Fields, har leiðvísarin Reth greiðir frá fólkamorðinum undir Reyðu Khmerunum, ið høvdu ræðið í Kambodia frá 1975-78.
Steinprentini hjá Claus Carstensen hava felagsheitið Sanpaku-svitan við einum hugtaki, ið stavar frá eysturlendsku yin-yan læruni, har tað er heitið á einum persóni, sum er í psykosomatiskari ójavnvág. Sjúkueyðkennið er, at tað hvíta í eygunum undir lithinnuni (iris) er sjónligt. Sum kanska skilst, kunnu listaverkini hjá Claus Carstensen tykjast torskild. Tey eru bygd upp av fleiri løgum við fleiri ymiskum sløgum av politiskum, mentanarligum og ævisøguligum tilsipingum. Listamaðurin kallar tað sjálvur fyri ein “jóturdýrs-estetikk”, sum ger tað neyðugt hjá áskoðaranum at melta og sodna listaverkið, áðrenn hann kann gera sær vónir um at skilja nakað.
Kanska eru vit her í grundini ikki stødd so langt burturi frá Tóroddi Poulsen, sum í einum av tekstum sínum bønar lesaran um: “Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga”. Skrivaða orðið hava listamenninir eisini til felags, bæði í yrkingum og øðrum tekstum, eins og myndirnar hjá teimum báðum innihalda orð og setningar. Hjá hvørgum listamanni er talan um vandaleysa illustratión, har myndir og tekstir hava ein eintýðugan samanhang og týdning, sum er avgjørdur frammanundan. Í staðin verða orðini javnsettir partar av tí visuella myndamálinum sum myndaliðir, ið støðugt skapa nýggjar týdningar í samspæli við hvønn einstakan áskoðara.
FAKTA
Skrá:
Kl. 17.00 Framsýning við myndum eftir Claus Carstensen og Tóroddi Poulsen letur upp. Báðir listamenninir verða til staðar á framsýningini og undir filmssýningunum.
Kl. 18.00 Videoverkið Reth's Monologue" eftir Claus Carstensen verður sýnt
Kl. 18.45 Upplestur við Tóroddi Poulsen
K19.00 Filmurin "Ein regla um dagin má vera nokk", sum Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt um Tóroddur Poulsen, verður sýndur
Myndir (Claus Carstensen og Tóroddur)
Felags myndatekstur
Hóast teir eru rættliga ymiskir sum listamenn, hómast ein ávísur skyldskapur millum verkini hjá Carsten Carstensen (t.v) og Tóroddi Poulsen