Orðini eigur Jógvan Fríðriksson, prestur. Sosialurin hevur sett honum stevni til eitt prát um hetta at vera prestur, tá ein ferðsluvanlukka krevur eitt ungt mannalív.
Hann sigur fyrst og fremst, at tað er so ofta, at fólk beinanvegin byrja at tosa um, at nú hevur aftur ov nógv ferð kravt mannalív ella rúsdrekka um tað skal vera. Men tað heldur prestur ikki er rætt, tí ein eigur at hugsa um tey avvarðandi. Og tað er fyrst og fremst uppgávan hjá einum presti. Hann eigur ikki at taka støðu til tilburðin, men heldur syrgja fyri, at tann deyði fær eina so virðiliga jarðarferð, sum til ber og at vera um tey nærmastu. Prestur heldur, at Null-hugsjónin, sum er upp á tal er vøkur, men hann heldur, at hon ongantíð verður veruleiki.
? Ferðslan fer altíð at krevja síni mannalív. Tað er sum við royking og so mongum øðrum vandum, sum vit vita av, men tó kortini dagliga eru í, sigur hann, og hann leggur dent á, at øll kunnu vera lívshættislig í ferðsluni.
? Fólk eru altíð so skjót at tosa um, at tey ungu eru lívshættislig í ferðsluni, men tað eru tú og eg eisini, tá vit koyra ov skjótt. Eldri og gomul fólk eru somuleiðis vandamikil, tá tey koyra bil. Tað er so sanniliga ikki bara tey ungu, sum koyra ov skjótt um náttina, sum eru vandamikil. Um eg koyri ov skjótt, tí eg eri í seinna lagi til eina gudstænastu, eri eg eisini lívshættlsligur.
Samstundis tosar prestur eisini um, hvussu týdningarmikið tað er ikki at leggja stein omaná byrðu. Her hugsar hann um, tað nú er talan um eina ferðsluvanlukku, har ein annar elvir til deyða hjá einum persóni. Tá kann tað verða so skjótt, at tey ið eftir sita hjá tí deyða, kasta hatur á tann, ið koyrdi.
? Tað er sera svárt at missa ein, sum ein er góður við, men tað er so sanniliga ikki lættari at vera tann, sum kanska hevur elvt til vanlukkuna. Eg sigi ikki, at tað er verri, men lættari er tað ikki, staðfestir Jógvan.
? Ein má og skal sleppa av við kenslurnar, sum koma við einum tílíkum skelki, annars endar tað við, at ein gerst beiskur, og tá er talan um so at siga tvey lív, sum eru mist, sigur Jógvan Fríðriksson. Her meinar hann við, at tann deyði, hann er farin, men tann beiski, ið eftir situr, livir í skugganum av sær sjálvum, og tískil kann sigast bert at liva eitt hálvt lív ? umframt at viðkomandi hevur mist ein kæran.
Lurta
Jógvan tosar eisini um hetta at vera um tey avvarðandi. Ofta vita fólk ikki, hvat tey skulu siga við ein, sum hevur mist. Men royndirnar hjá Jógvani vísa, at tað ofta als ikki er neyðugt at siga so nógv.
? Ein eigur heldur at royna at stíga inn í tøgnina og vísa, at ein er har. Og so lurta, tá tey avvarðandi hava nakað at siga, ella sum tey mugu sleppa av við. Tað er av ovurstórum týdningi, at tey sum eftir sita, fáa tosað út um kenslurnar, saknin og sorgina.
Og tað kann verða sera hart fyri tey, at tað verður varpað so nógv ljós á sjálvan tilburðin. Til dømis um ov nógv ferð hevur verið atvoldin til eina vanlukku, so verður ljósið aloftast varpað á tann trupulleikan í eina tíð eftir vanlukkuna. Og nógv er at hoyra allastaðni um, hvussu hesin trupulleikin eigur at verða og kundi verðið loystur.
? Alt gott um tað, men vit kunnu øll sigast at vera amatørar, sum úttala seg um hetta. Og tað kann vera sárandi fyri tey avvarðandi at hoyra uppá. Serliga um fólk koma við loysnum, tí tað er jú ikki tað, tey avvarðandi hava tørv á. Tey eru í eini prosess, sum krevur sína tíð at koma ígjøgnum.
? Ein ferðsluvanlukka kann henda fyri sjálvt tann besta bilføraran ? óansæð um ein er offur ella atvoldin til vanlukkuna. Tað kann henda fyri okkum øll nær sum helst, so tí er best at ansa eftir ikki at siga ov nógv, tá vanlukkur krevja mannalív.
Tyngri við árunum
Jógvan hevur verið prestur síðani í 1986, og hann hevur nakrar ferðir gjøgnum árini verið noyddur at taka tey tungu stevini til eina familju við deyðsboðum.
? Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk reagera, tá tey fáa deyðsboð, men sum oftast gruna tey ilt, tá prestur kemur á óvæntað vitjan, greiðir Jógvan Fríðriksson frá. Jógvan sigur, at hann plagar at siga tað stutt og greitt. At hann kemur við ringum boðum, og um tað eru fleiri systkin, so plagar hann at siga navni á tí deyða beinanvegin, so at tey avvarðandi ikki byrja at gita.
? Summi verða frá sær sjálvum og gráta illa, meðan onnur fara inn í seg sjálvi. Tað er so ymiskt frá persóni til persón. Summi koma beint ímóti mær, tá eg eri komin inn, tí tey gruna sum sagt ilt, og vilja hava meg at halda í teimum, meðan eg gevi teimum deyðsboðini, sigur prestur og leggur samstundis afturat, at tað er sera hart at vera tann, sum gevur boðini. Men tað svárasta er tó, sambært presti, ikki sjálvt tað at bera boðini, men heldur tann løtan, tá hann er komin heimaftur eftir at hava borið boðini.
? Tann tøgnin, sum tá kringsetur ein, er sera svár.
Hann heldur, at tað er vorðið svárari og tyngri við árunum at bera deyðsboð.
? Tað er sum við øllum øðrum, at sjálvt tað at bera boðini verður til eitt handverk við tíðini. Ein veit, hvat ein skal siga og gera, men ein veit ikki í nøkrum føri, hvussu reaktiónirnar verða. Í fyrstuni veit ein onki um tað, og tískil kann tað sigast at hava verið lættari tá. Soleiðis hevur tað í øllum førum verið hjá mær sjálvum. So eg kann bara staðfesta, at tað gerst tyngri við tíðini, sigur Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur á Strondum, at enda.