Ikki latið kropsligu yrkisgøgnini avgera

Kristina Clementsen, vegna Unga Tjóðveldið
-------
Øll eru vit týdningarmikil. Vit hava øll ein part í sam­felagnum, og á øðrvísi mátar kunnu vit øll hava eina sjón­liga rødd. Sjónliga røddin kann brúkast til mangt, m.a. øll evnini og rákini, ið vit hava eina meining um. Hon kann brúkast til tey evni, ið vit halda eru týðandi, og vísa á, hvørji evni vit mugu varpa ljós á.
Ímillum teir ungu borg­ar­arnar í landinum eru tað summi evni, ið hava stóran týdning, meðan onnur evni hava minni týdning. Vit hava nøkur rák, ið miðlar leggja serligan dent á, og kann tað gera, at onnur evnir verða gloymd í allari mongdini. Týðandi evni fyri okkum eru t.d. hjúnabandslógin, fostur­tøka, átrúnaður og verða hesi evnini nógv umrøtt í gerandisdegnum. Hetta eru evnir, ið tað verður rópt um, og tað kennist sum, at tað eru sera sterkar kenslur aftan­fyri hesi evni.

Kyn hava ongan týdning
Tó tykist tað ikki sum, at javn­støða ímillum kyn hevur eins stóran týdning. Tað er ikki eins týdningarmikið, tí tað er nakað, ið kemur seinni, og av sær sjálvum. Hví skulu vit eisini velja eina kvinnu, bara tí hon er kvinna? Gevur tað ikki kvinnunum sersømdir? Er tað neyðugt við báðum kynunum umboðaðum?
Slíkar útsagnir tykjast at ganga aftur og aftur, og vilja ofta steðga kjakinum og seta punktum við setningin. Tað er ein trupulleiki, ið kann loysast. Týdningurin av, at vit ungu hugsa og umrøða javn­støðuna, er stórur. Vit kunnu geva eitt stórt og virðismikið íkast til fólkaræði um vit taka trupulleikan til hendurs.
Okkara samfelagsskipan byggir á eitt breitt gundarlag um, at menn og kvinnur hava líka stórt virði. Kvinnur eru helvtin av fólkatalinum, men eru tó, í minni mun, við til at taka avgerðir, ið hava við fólkið at gera. Hetta er ein gongd, ið vit ikki vilja skapa longu í ungdómspolitikki, og tí mugu vit hyggja at trupul­leikanum.

Ábyrgdin er okkara
Vit noyðast at læra okkum tey fyrstu fótafetini innan javnstøðu. Júst sum við ítrótti. Tú noyðist at læra allar grundreglurnar áðrenn tú megnar at spæla spælið – byrjar tú ov seint er tað tungt, strævið og kann tað ganga long tíð áðrenn fyrstu fótafetini eru jøvn.
Tað er so øgiliga týdningar­mik­ið, at man byrjar í góðari tíð at skapa og spreiða kunn­ing. Í hesum døgum verður tað alt ov lítil dentur lagdur á henda trupulleikan - bæði hjá ungdóminum og hjá teim­um eldru.
Ábyrgdin liggur m.a hjá teimum ungu, hjá øllum, ið sita í nevndum og hjá øllum, ið hava við bólkar at gera. Vit noyðast at læra at eggja kvinnum at stilla upp – og ikki minst at læra kvinnur at eggja kvinnum at stilla upp. “Jantelógin” má tveitast í skrellispannina soleiðis, at vit kunnu skapa eitt veru­­ligt fólkaræði, eisini í ung­dómslívinum. Tað eru vit, ið skulu føra víðari, og tí er tað ein ræðuleiki, at vit seta eina skeiva leið longu nú. Vit vilja ikki hava, at tað, ið tú hevur millum beinini skal avgera, hvørjar eginleikar tú hevur!