Ikki larma úti

Hetta vóru boðini, sum løgreglan gav kafeini Mica í miðbýnum í Havn, bæði fríggja- og leygardagin, tí ov nógvur larmur var av konsertum. – Eg skilji væl, at hetta órógvar grannarnar, men tað er bara øgiliga keðiligt, tí tað hevur riggað so væl, sigur Hans Michael Hansen, eigari

Mica í miðbýnum hevur nakrar ferðir skipað fyri konsertum á terassuni. Men nú er eftir øllum at døma næstan liðugt við hesum.

Ikki færri enn tvær ferðir skipaði kafein fyri konsertum á terassuni, og ikki færri enn tvær ferðir varð kafein meldað.

- Vit vórðu meldaði fyri larm. Fríggjakvøldið høvdu vit konsert, og brádliga stóð løgreglan har. Leygarkvøldið var støðan tann sama. Eg haldi hetta sjálvandi vera keðiligt. Men eg skilji bæði grannar og politistar væl. Sjálvandi skulu fólk sleppa at sova, og løgreglan ger bara sítt arbeiði. Men tað er keðiligt, tá tað nú gekk so væl, sigur eigarin av kafeini.


Gevast við konsertum

Hans Michael Hansen greiðir frá, at tað ikki var nakað stríð, og at kafein bara fekk eina átalu og boð um at dempa, men hann staðfestir eisini, at hetta helst merkir, at tað er liðugt við konsertum í Mica.

- Tá mann fær løgregluna á kroppin hvørja ferð, so nyttar onki at blíva við, so vit gevast bara at skipa fyri konsertum út. Vit sleppa tó at hava konsertir inni, men hølini eru so lítil, at tað ikki verður tað sama.