Ikki larma meiri enn eitt vist

Tær donsku kommunurnar fáa nú nógv eftirspurdar reglur um, hvussu nógvan larm ið tær smærru vindmyllurnar kunnu gera.

Fleiri kommunur hava ikki kunnað givið grønt ljós fyri nýggjum verkætlanum, tí ongar reglur vóru á økinum.

Danmark verður nú fyrsta landið í heiminum sum fær bindandi reglur fyri, hvussu høgt brummuljóðið ið hesar vindmyllurnar kunnu órógva grannarnar við.

Nýggju reglurnar kunnu bera í sær, at myllurnar skulu standa longur burtur frá grannunum. Ein avleiðing kann vera, at færri myllur koma at standa samlaða á einum staði, sigur Ida Auken, umhvørvismálaráðharri, sambært heimasíðuni sev.fo.

Reglurnar skulu fyrst til hoyringar, áðrenn tær væntandi verða settar í gildi á nýggjárinum.