Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið í dag, av tí at hon vegna sjúku er heima, og tí ikki fær sett seg inn í málið í dag. Hon greiddi tó frá, at hon veit ikki um, at leiðarin á Rásini ikki skal hava fingið svar, og at hon hevur spurt inn til málið, og hevur fingið at vita, at málið er avgreitt. Hetta kundi hon tó ikki siga við vissu, at tað var, men legði afturat, at hevur hann ikki fingið svar, so er tað ikki í lagi.
Landsstýriskvinnan skuldi beinanvegin fara at kanna, um málið var avgreitt ella ikki, men var ikki gjørligt at fáa tað svarað, áðrenn evstamark hjá blaðnum var í dag. Ein viðmerking frá Landsstýriskvinnuni um hetta málið verður væntandi í Sosialinum í morgin.
-rn.