Nei, tað er ikki lætt at gerast veðragjólingur longur - í hvussu er ikki í Koltri, tí nú skulu eisini ílegurnar kannast, áðrenn tú sleppur at liva og reika.
- At vera veðragjólingur ber stóra ábyrgd við sær. Tú ert tann útvaldi og fær stóra ávirkan á komandi ættarlið í haganum.
Tað skrivar Bjørn Patursson á Facebook-síðuni - Koltur - um dagarnar. Hann vísir á, at fyrsta treytir hjá veðragjólinginum er, at hann sær gott út, hevur sterk og góð bein, horn, ull og annað gott.
- Ein veðragjólingur skal vera prúður og hava røttu mátini. Tá so var, plagdi at vera sloppið. Men, soleiðis er tað ikki longur, sigur fyristøðumaðurin í Koltri.
Hann vísir á, at krøvini til veðragjólingin bara økjast, og tað er avgjørt ikki bara sum at siga tað at sleppa ígjøgnum nálareygað.
- Nú hava vit við nýggjum granskingarhátti, vitan og tøkni, smoygt okkum inn undir skinnið og inn í ílegurnar, sum veðurlambið hevur arvað frá sínum fedrum.
Menn síggjast ganga á rættini við nál og royndargløsum og taka blóðroyndir av teimum útvaldu til tess at staðfesta mótstøðuføri ímóti ridluskriða.
- Og meðan bíðað verður í spenningi eftir úrslitinum frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, styrkjast bondini millum mann og seyð.
Bjørn Patursson leggur aftrat, at tað er ikki sørt, at maður tekur seg í at skula drepa tann áður "útvalda" - bara tí, at eitt kliniskt úrslitið av eini blóðroynd vísir AV í staðin fyri AA.