Tað er vorðið alt meira vanligt, at bilførarar velja at koyra við vetrardekkum alt árið. Orsøkini er helst, at vetrardekkini eru meira ljóðleys og bleyt at koyra á.
Í Týsklandi halda ferðslutrygdarmyndugleikarnir at 20. hvør bilur koyrir við vetrardekkum alt árið. Men týskarar ávara ímóti, at koyrt verður við vetrardekkunum alt árið, av tí orsøk at vetrardekk eru gjørd úr bleytari gummi og verða tí skjótari heit undir koyring á týsku motorvegunum, har eingin ferðavmarking er. Um bilarnir eru tungt lastaðir og ferðin er nógv, kunnu vetrardekkini skjótt gerast ov heit, samstundis sum bremsulongdin økist munandi á turru og heitu koyribreytini.
Týsku myndugleikarnir ráða tí fólki til at nýta vetrardekk frá oktober og fram til páskir.
Her hjá okkum er hesin trupulleikin ikki so stórur, men tey sum koyra uttanlands eiga at hava hetta í huga og altíð koyra við teimum røttu góðkendu summardekkunum. Tað hendir seg meira enn so, at bilførarar verða steðgaðir við markið inn til Týsklands og verða sendir heim aftur, tí dekkini á bilinum ikki eru tey røttu. Dekkini skulu verða merkt við røttu merkingini, sum svarar til tað ferðina, sum bilurin í mesta lagið kann koyra. Eisini verður hugt eftir um dekkini ikki eru ov nógv slitin.