Ivi hevur verið sáddur um, hvørt avtalan, sum bleiv gjørd millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í Havn eftir býráðsvalið týskvøldið, er løgfrøðisliga bindandi.
Rás 2 setti hósdagin løgfrøðingum spurningin, og hesir eru sannførdir um, at avtalan, hóast hon er undirskrivað av báðum pørtum, ikki er løgfrøðisliga bindandi, tí talan er um eina reint politiska avtalu.
Ein slík avtala kann ikki nýtast til at trýsta nakað ígjøgnum, siga løgfrøðingarnir.