Ikki krav at vera í sóttarhaldi í fýra dagar longur

Ferðafólk fáa nú munandi fríari ræsir, tá tey koma til Føroya - men tey skulu kortini bíða eftir fyrsta svari frá fyrsta degi við komu

Tað hevur gingið væl við koronustøðuni í Føroyum seinastu tíðina, og tí hevur landsstýrið nú sett nýggj tilmæli í verk. Endamálið og vónin er, at vit øll kunnu fáa eitt so gott summar sum møguligt í tann mun, sum ráðiligt er.

 

– Góða gongdin við smittu og koppseting ger, at tað er ráðiligt at taka nøkur varisligt stig aftrat, segði løgmaður á tíðindafundi í áðni.

 

Broytingar eru gjørdar í tilmælunum til heimauppihaldið, sum fólk, ið ferðast til Føroya, skulu í. Landsstýrið hevur valt at tillaga heimauppihaldið, soleiðis at tað ikki er líka strangt, sum tað hevur verið higartil. Men her verður munur gjørdur á teimum, sum eru koppsett, og teimum, sum ikki eru.

 

– Ert tú liðugt koppsettur ella hevur havt koronu, sleppur tú undan heimauppihaldi. Men ert tú millum tey, sum ikki eru koppsett, so hevur tú enn avmarkingar. Tey fáa kortini fríari ræsir, enn tey hava havt higartil, sigur løgmaður.

 

Hesi skulu halda seg í sóttarhaldi, inntil fyrsta svarið frá testini við komu er komið. Síðani sleppa tey út uttan at vera í sóttarhaldi, sum higartil hevur verið vanligt.

 

– Einastu avmarkingarnar eru, at mann skal halda seg frá størri fjøldum. Tað veri seg føðingardøgum, kirkjum, samkomum, konsertum og ítróttatiltøkum, sigur løgmaður.

 

Tað merkir eisini, at ferðafólk kunnu fara á matstovu undir skipaðum umstøðum.

 

– Hetta halda vit vera ráðiligt, sigur løgmaður, sum vónar, at hetta fer at gera tað møguligt hjá ferðavinnuni at sleppa í gongd aftur.