– Sera nógvur kavi liggur á landsvegnum Millum Fjarða og niðan móti Norðskálatunnlinum. Tað er ikki koyrandi ì løtuni. Nakrir bilar standa fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin á landsvegnum eystanfyri.
Heitt verður á bilførarar um ikki at koyra eftir hesi leið, sum líkindini eru í løtuni, skrivar løgreglan.
Landsverk byrjar at grava kava kl. 06.
– Boðað er annars frá sera vánaligum koyrilíkindum runt landið. Nógvur kavi liggur á vegunum og nógv jarðrok. Bilførarar vera bidnir um at ansa sær, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.











