Ikki kommersiellur nokk

X-faktor Jógvan sigur, at hann skilir væl nakrar av viðmerkingunum, hann fær frá dómarunum.

Jógvan Joensen er enn við í X-faktor, og í morgin er næsta sending á skránni.

 

Eftir seinastu sending, fekk tíðindakvinnan hjá Miðlahúsinum orðið á Jógvan Joensen backstage. Í samrøðuni sigur hann, at hann skilir nakrar av viðmerkingunum hjá dómarunum um, at hann ikki hoyrir heima í eini sending sum x-faktor.

- Eg eri ikki kommersiellur nokk til hetta barnafjasið, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við x-faktor Jógvan Joensen.