Ikki klókt at klamsa hurðina í andlitið

– At smekka hurðina í andlitið á feløgum, sum hava verið við til at byggja upp virksemi og skapt arbeiðspláss í Føroyum, fær sjálvandi sera óhepnar avleiðingar

– At smekka hurðina í andlitið á feløgum, sum hava verið við til at byggja upp virksemi og skapt arbeiðspláss í Føroyum, fær sjálvandi sera óhepnar avleiðingar.

 

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, í viðmerking í morgun.

 

Hann sipar til ætlanirnar hjá landsstýrinum at útihýsa útlendingum úr fiskivinnuni.

 

Hann heldur, at hollendingar kunnu fáast í okkara part, so ein munandi betri handilssáttmáli kann fáast við ES, og tí heldur hann tað vera ókløkt at útihýsa teimum úr føroysku fiskivinnuni.

 

Hann heldur tað vera áhugavert, at Mark Rute, hollendski forsætisráðaharrin hevur tosað við løgmann.

 

– Mark Rutte hevur uttan iva roynt at fáa fornuftina at ráða, so at samvinnan við føroyingar kann halda fram. Fornuft hevur tó neyvan rinið við landsstýrið ella samgonguna.

 

– Helst hevur Mark Rutte eisini sagt Akseli, at Holland noyðist at taka neyðug stig, um nationalistiski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær sín vilja og kroystir allar útlendskar aktørar út.

 

Ein upplagdur vandi er, at Holland kann gera tað trupult hjá Føroyum at fáa eina veruliga fríhandilsavtalu við ES, heldur Bárður Nielsen.

 

Les viðmerkingin hjá Bárði Nielsen: http://www.in.fo/news-detail/samstarv-taenir-foeroyum/Samstarv tænir Føroyum