Ikki ókeypis á Rex!

Í Sosialinum í gjár stóð av misgáum lýsing, har lýst varð við ókeypis atgongd á Rex um vikuskiftið Sosialurin boðar nú frá, at lýsingin als ikki skuldi í blaðið.

Talan var um gamla lýsing, sum av misgáum eisini var við í mikudagsútgávuni.

Tí gevur lepin, sum annars var í blaðnum, IKKI ókeypis atgongd inn á Rex um vikuskiftið.