Tjóðveldi legði 23. oktober fram uppskot um, at fíggjarligur stuðul yvir eina ávísa upphædd til valevni og flokkar skuldi almannakunngerast til tess at tryggja gjøgnumskygni. Uppskotið varð tá beint í rættarnevndina hjá Løgtinginum.
Eftir viðgerð í rættarnevndini, býtti nevndin seg í ein meiriluta, sum mælti frá at taka undir við uppskotinum og ein minniluta, ið hevði smærri broytingar, men mæti til at samtykkja broytingaruppskotið.
Meirilutin taldi samgongulimir út Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, og í minnilutanum vóru teir báðir andstøðumenninir, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi.
Meirilutin mælti til, at løgmaður skuldi hyggja at núverandi skipan og avgera hvørt hon var nøktandi. Minnilutin vísti á, at uppskoti var neyðugt at samtykkja, tí tilknýti hjá politikkarum og politiskum flokkum til fyritøkur, felagsskapir og privata starvsetan kunnu hava ávirkan á politisku skipanina.
Uppskotið fall
Í dag kom uppskotið sostatt fyri í løgtingið aftur, og orðaskifti tyktist verða jaligt mótvegis uppskotinum, tó at tað ikki var ein greiður meiriluti fyri tí. Undir orðaskiftinum helt Kári P. Højgaard, millum annað, at hetta var eitt grundleggjandi mál, sum alt Løgtingið átti at taka undir við.
- Hetta er eitt greitt uppskot, sum eg hevði væntað, at full semja var um. Um tað kemur fram, at eitt nú eitt reiðarí hevur latið einum løgtingslimi 100.000 krónur í stuðli, so skal tað vera alment. Tað kemur av sær sjálvum at leggja stórt trýst og hert eftirlit við atburðinum hjá bæði tingfólkinum og hjá stovninum ella reiðarínum, sigur tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkurin.
Undan atkvøðugreiðsluni vísti upprunaligi uppskotsstillarin, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, á, at tey vildu fegin beina málið aftur í nevnd ella lata aðrar flokkar leggja málið fram aftur. Í atkvøðugreiðsluni gjørdist greitt, at bæði uppskoti um at samtykkja upprunaliga uppskoti og broytingaruppskoti fullu, umframt at tað var avgjørt ikki at beina málið aftur í nevnd.










