Ikki hvørjum manni beskorið

Mannligur dómari fekk mál í kvinnudeildini. - Eg var eina løtu í iva, sigur dómarin.

Tað var ein margháttilig støða í steypadystinum ímillum Stjørnuna og StÍF sunnudagin, tá ið annar av dómarunum av óvart beindi bóltin í málið. Hetta var málið, sum legði StÍF á odda 6-4.


- StÍF fór skjótt í álop og Rebekka (Justinussen, red.) skeyt uppá mál. Alt gekk so skjótt fyri seg, at eg ikki fekk tíð at reagera. Eg hugdi tá hon skeyt, so flutti eg fokus á málstrikuna, og áðrenn eg visti av bjargar málverjin bóltinum, sum fer í skinnabeinið á mær og so í málið, greiðir dómarin – ella málskjúttin, um ein vil – Olaf Gærdum Funderud, frá.


- Eg var í eina løtu í iva um hvørja støðu eg skuldi taka. Eg visti av, at dómararnir eru ein partur av spælinum, men hetta var ein sera sjáldsom hending. Eg ivaðist eina løtu, um tað skuldi vera mál, men eg hugdi upp á makkaran, sum gav tekin um, at tað skuldi vera mál, greiðir Olaf víðari frá.


Hetta er fyrsta kappingarárið 26 ára gamli dómarin roynir seg í Hvonndeildini. Hann sigur, at hann einu løtuna eftir margháttiliga málið merkti eitt sindur av ónøgdsemi ímillum leikarar og áskoðarar, men at fólk hinvegin eisini dugdu at síggja tað skemtiliga í tí.


- Tað var bara gott, at málið ikki fekk nakran týdning fyri hvør kom víðari í steypakappingini, sigur Olaf og leggur skemtandi afturat, at tað ikki er eitt og hvørt mannfólk, ið sleppur at skjóta mál í einum kvinnudysti.


Dysturin endaði 31-20 til Stjørnuna. Á dómaraseðlinum er eingin skrásett fyri at hava skotið tað nógv umtalaða 6. málið hjá StÍF, men helst verður tað hon, ið upprunaliga sendi skotið avstað, nevniliga Rebekka Justinussen, sum verður skrásett sum málskjútti.


Sjónband av málinum sæst HER (eftir áleið 17 sekund)