Føroya Banki hevur ein tíðindastubba um nýggja virusin á heimasíðuni. Har verður heitt á kundarnar um at boða frá, um teir hava opnað viðhefta fílin í teldubrævinum. Teir hava tó ikki fingið nakrar fráboðanir.
- Mær vitandi er eingin fráboðan komin enn, sigur Regin Frederikssen frá Føroya Banka.
Tað er torført at siga, hvussu vandamikil ein slíkur virus er.- Netbankarnir hava eina forritaða kotu, sum virusarnir kunnu stjala. Tað koma nýggir virusar hvønn dag, og teir gerast bara meira og meira framkomnir. Mangan er tað skipaður kriminalitetur, sum stendur aftanfyri slíkt. Vit royna tó altíð at verja okkum fyri slíkum. Elektron umsitir tað fyri okkum, og teir hava fingurin á pulsinum hvønn dag, sigur Regin.