Steffen Stummann Hansen úr Leirvík hevur heitt á fólk í Grimsby at hjálpa sær at finna fram til eftirkomarar hjá føroyskum tilflytarum. Í gjár skrivaði lokala tíðindablaðið í Grimsby, Grimsby Telegraph, at ein úr Føroyum hevði vent sær til teirra við eini mynd í vón um at finna fram til eftirkomarar hjá Osvaldi Midjord.
Les eisini: Leita eftir føroyingum í Grimsby
Steffen Stummann Hansen er farin undir at skriva eina bókarøð um søguna hjá Fuglafirði, og tað er í tí sambandinum, at hann ynskir at frætta nærri um Osvald Midjord.
Nógvir fuglfirðingar fluttu og giftust til Canada, USA og Onglands um sama mundi, at Osvald sigldi upp á Grimsby, og Steffen hevur havt góðar royndir av at koma í sambandi við eftirkomarar har.
- Eg havi havt ógvuliga góðar royndir við fólki í Kanada og USA, og eru tey ógvuliga fegin um at fáa samband við sítt føroyska upphav. Myndina, sum eg havi sent til Grimsby Telegraph havi enntá fingið frá føroyskum eftirkomarum í Winnipeg, Canada, sigur Steffen.
Tó hevur ikki eydnast honum at hoyra nakað aftur úr Grimsby enn.
- Nei, ikki enn. Eg sendi teimum myndina í síðstu viku, og so prentaðu teir greinina við myndini í dag. Fyri áleið hálvum ári síðani var eg eisini í sambandi við Grimsby, og tá gekk áleið ein vika, áðrenn eg frætti nakað aftur, sigur hann.
Tó hevur hann góðar vónir um at frætta nærri um Midjord ættina í Grimsby.
- Nú hevði Osvald ikki lívfrøðiligar eftirkomarar har, men sonurin hjá konu hansara tók Midjord til eftirnavn, og har eru framvegis fleiri, sum eita Midjord í økinum. Tí er ikki heilt ósannlíkt, at eg fari at hoyra okkurt aftur, sigur Steffen Stummann Hansen.









