Eftir ætlanini skuldi iranska kvinnan Sakineh Mohammadi Ashtiani avrættast í dag fyri ótrúskap, men tað bleiv útsett. Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Bernard Kouchner, sum hevur tosað við sín iranska starvsbróður um málið.
Ein týskur mannarættindafelagsskapur visti í gjár at siga, at Sakineh Mohammadi Ashtiani skuldi hongjast í dag. Upprunaliga skuldi hon steinast til deyða, men tann dómurin bleiv broyttur eftir stórt altjóða trýst.
Brasil, sum hevur gott samband við Iran, hevur boðið sær til at lata teirri 43 ára gomlu kvinnuni friðskjól. Kvinnan eigur tvey børn.