Ikki høgt odds á Føroyar

Veddingarfyritøkurnar meta Føroyar hava lutfalsliga góðan møguleika ímóti Grikkalandi.

Veddingarfyritøkurnar plaga ikki at geva føroyska landsliðnum teir stóru møguleikarnar, men eftir brakið í Grikklandi er líkt til, at tær 32 veddingarfyritøkurnar, sum bjóða odds upp á dystin leygarkvøldið, nú ansa betur eftir við at bjóða høgt odds upp á føroyskan sigur ímóti Grikklandi.


Áður hevur oddsið verið hægri enn 20 upp á ein føroyskan sigur, men soleiðis er ikki hesaferð – og langt frá tí. Hesaferð fært tú ikki so frægt sum odds 10.


Miðal oddsið á odds-marknaðinum hesaferð upp á føroyskan sigur er 8,46. Tað vil siga tað sama sum, at veddingarfyritøkurnar meta tað vera umleið 11% møguleiki fyri at Føroyar vinnur ímóti Grikkalandi.


Hetta %-talið er væl hægri enn tað hevur verið hinar dystirnar í undankappingini. Ímóti Finnlandi hildu tær Føroyar hava 6% møguleika og á útivølli ímóti Rumenia góvu tær einans føroyingunum 5% møguleika.


Hóast Grikkaland ikki er spátt at vera eins stórur favorittur sum oftani áður sæð, so mugu teir framvegis metast at vera greiðir favorittar. Veddingarfyritøkurnar halda tað vera 67% møguleiki fyri at Grikkaland svarar aftur við einum sigri á Tórsvølli leygarkvøldið.


Hægsta oddsið upp á føroyskan sigur eigur BetCRIS, sum bjóðar odds 9,97, meðan Pinnacle Sports við odds 1,45 eigur hægsta odds upp á ein sigur til Grikkalands.