EB/Streymur hevur vant á Tórsvølli nú í eina viku. Síðsta venjingin var klokkan tíggju í morgun, og so er bara eftir at bíða, til dysturin verður bríkslaður í gongd á grasinum á Tórsvølli týskvøldið klokkan sjey.
– Evropeiskir dystir verða spældir á grasi. Hetta gevur okkum eitt fínt frávik frá landskappingini, ið er øðrvísi enn altjóða dystirnir og tí eru fyrireikingarnar eisini øðrvísi, umframt at vit eisini venja í Havn í mun til í Streymnesi. Tað passar okkum væl, nú landskappingin liggur í dvala, metir Sigfríður Clementsen.
Ikki hvør sum helst
Umfrant at venja, hava teir eisini kannað hvat tað er fyri eitt mótstøðulið, ið teir møta á Tórsvølli. Venjaraparið Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hava savnað saman upplýsingar og hugt eftir videobrotum. Apoel Nicosia, ið kemur á Tórsvøll, eftir at hava verið á venjingarlegu, hevur eina rúgvu av landsliðsleikarum – kypriotiskum eins væl og pólskum, albanskum og makedónskum. Umframt tað hevur liðið leikarar, sum hava spælt í bestu hollendsku og portugisisku deildini, og á portugisiskum ungdómslandsliðum.
Okkurt av hesum nøvnum kenna føroyskir fótbóltsfjepparar helst aftur. Portugisiski Numo Morais er eitt teirra, sum José Mourinho keypti Morais til Chelsea. Ein annar er Helio Pinto, ið hevur verið knýttur at bæði spanska Sevilla og portugisiska Benfica, áðrenn hann kom til Apoel.
Halda lív í dystinum
Við so sterkum monnum sum mótstøðulið, roknar Sigfríður Clementsen ikki við, at tað verður EB/Streymur, ið kemur at seta dagsskránna á Tórsvølli í annaðkvøld.
– Eitt gott úrslit er, um vit megna halda í dystinum, soleiðis at vit framvegis hava okkurt at spæla fyri í næstu viku. Vit fara í øllum førum at spæla fyri okkara møguleika, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi.