Fólkatingsvalið er nú av, og úrslitið vísti at Sambandsflokkurin, ikki óvæntað, misti sítt umboð, meðan Javnaðarflokkurin fekk umboð aftur á fólkating.
Hetta førdi so við sær, at Poul Nyrup Rasmussen kundi blíva sitandi sum forsætismálaráðharri Danmarkar, og borgarligi vongurin í danska fólkatinginum blívur sitandi í andstøðu eitt skifti afturat.
Hvat stjórn tænir betri føroyskum endamálum er ilt at spáa um, og kemur helst ongantíð at vera prógvað.
Avbæra góða úrslit Sjálvstýrisfloksins kom uttan iva at forskjóta munin á atkvøðunum, soleiðis at tað bleiv Javnaðarflokkurin og ikki Sambandsflokkurin sum fekk umboð á Fólkating.
Hetta hóvar sjálvandi ikki Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum og hoyrast rinini nú hvøllari og hvøllari.
Snorksovið:
Undir orðaskifti um Strandferðsluna seinasta fríggjadag østu umboðini fyri hesar báðar flokkar hvønn annan upp, og komu tvey av umboðunum til tað niðurstøðu, at undirritaði hevði snorksovið í sínum landsstýrisskeiði.
Hetta kom sjálvandi væl við hjá løgmanni, sum hevur størri og størri sjálvskaptar trupulleikar at dragast við.
Hann helt at hesir báðir søgdu tað so sera væl.
Helst sær hann her ein møguleika fyri at rættvísgera klossuta atburð sín, sum kostaði sambandsflokkinum umboðan á fólkatingi.
Anders Fogh Rasmussen kann verða hentur at skylda uppá, men ikki er tað alt sum kann leggjast á hansara herðar.
Grundin til at undirritaði skal hava snorksovið er tann, at ongar privatiseringar eru framdar á Strandferðsluni.
Privatiseringar:
Eg fari tó her at minna á, at eftir trysti frá hesum báðum flokkum bleiv ein privatisering framd.
Skotlandssiglingin kom á privatar hendur, og havi eg skilt tað rætt, so segði løgmaður í sama viðfangi, at hon ongantíð hevur fungerað so væl sum hon ger í dag, - so vita vit í hvussu so er tað.
Viðvíkjandi øðrum privatiseringum, so stendur í samgonguskjalinum, at tær skulu bert fremjast har tað kann gerast við fyrimuni.
Áðrenn nakað álítandi taltilfar fyriliggur er ikki gjørligt at siga, hvat við fyrimuni kann privatiserast.
Tað er møguligt, at taltilfar nú er til skjals, undirritaði slóðaði í øllum førum fyri at so skuldi vera, men náddi ikki at fáa álítandi tøl, sum kundu verað grundarlag undir einari objektivari meting.
Til seinast eini góð ráð: komið nú niður á jørðina, eftir fólkatingsvalið, áðrenn tit privatiserað alt í óðum verkum.