Uppskot er eisini lagt fyri tingið til samtyktar viðvíkjandi roknskapinum hjá Strandferðsluni og tað eru ikki hissini viðurskifti sum landsgrannskoðanin hevur at finnast at á hesum stovni undir landinum.
Hvussu støðan er í dag á stovninum verður ikki neyvt sagt nakað um, men hvussu hon hevur verið fram til 1996, verður væl og virðiliga lýst av landsgrannskoðanini.
Lána enn úr kassanum
Sagt verður, at nøkur av starvsfólkunum fáa eina ávísa upphædd aftrat tí vanligu lønini, og at eingin heimild er til tílíkar viðbøtur. Gjørt verður eisini vart við, at nýggi strandferðslustjórin ikki hevur fingið nakað endaligt setanarbræv.
Nevnt verður eisini, at upphæddin, sum er bundin í skuldarar, er alt ov stór í mun til fraktinntøkur og gjaldstreytir, og at einki samsvar er millum vøkstur í skuldarum og farmagjaldi.
Starvsfólk hava fingið forskot og lænt pening úr kassanum, hóast grannskoðanin fleiri ferðir hevur heitt á leiðsluna at bera so í bandi, at hetta kemur ikki fyri. Og ferðaseðlar á Smyrli eru ikki í nummarrað, hóast fleiri áheitanir um hetta, og er tí ikki møguligt at fáa trygd fyri, at allir seldir ferðaseðlar verða skrásettir sum inntøka.
Bókhaldið hevur virkað stak illa, og sagt verður at tað er ongantíð ajour. Har stemmar ikki og har eru óneyðugar feilbókingar, so stovnurin hevur onga fíggjarstýring havt fram til 1996.
Fær einki svar
Og dagligu arbeiðsgongdirnar og rutinurnar millum tær ymsu deildirnar og bókhaldið eru ov leysar og ógreiðar, og at tørvur er á einum betri arbeiðs- og ábyrgdarbýti á stovninum, vísa landsgrannskoðararnir á.
Landsgrannskoðanin átalar hartil, at landsstýrismaðurin ikki svarar skrivum frá grannskoðanini, og átalað verður eisini, at Strandferðslan brúkar nógv meiri enn játtanin er á fíggjarlóg og eykafíggjarlóg, og so verður eisini átalað at landsstýrismaðurin ikki svarar grannskoðanini viðvíkjandi útgreining av fortreytum fyri játtanum á fíggjarlógunum fyri 95 og 96.