Ikki hesaferð

Tað eydnaðist ikki norska ráðharranum í menningarmálum, Hildu Frafjord Johnson, at fáa starvið sum leiðari í menningargrunninum hjá ST, UNDP. Týsdagin kunngjørdi Kofi Annan, aðalskrivari, at hann hevði gjørt av at seta fyrrverandi turkiska fíggjarmálaráðharran Kemal Dervis í starvið.

Kemal Dervis verður ofta kallaður "undurmaðurin", tí tað eydnaðist honum at endurreisa turkiska búskapin eftir eina sera álvarssama kreppu fyri fýra árum síðani. Hann hevur eisini altjóða royndir, tí frá 1977 til 2001 starvaðist hann í Heimsbankanum, og tey seinastu var hann varastjóri við serligari ábyrgd fyri virksemi bankans í teimum fátækastu londunum. Nú tekur hann so við sum leiðari í UNDP eftir bretan Mark Mulloch Brown.

Norskir fjølmiðlar skriva, at Hilde Frafjord Johnson fer uttan iva at leggja seg eftir at fáa okkurt annað altjóða leiðarastarv, men fyribild heldur hon fram sum norskur menningarmálaráðharri.