Donsk reiðarí fáa ikki danskar hermenn umborð á skipini at verja tey ímóti somaliskum sjórænarum, sum hava tikið eina rúgvu av skipum í Indiska Havinum og Adenvíkini. Frakland og Holland ætla at seta hermenn umborð á síni skip, men danski verjumálaráðharrin, Gitte Lillelund Bech, vil ikki senda danskar hermenn umborð á tey donsku handilsskipini, sum sigla í sjórænaraøkinum.
Hinvegin er stjórnin til reiðar at góðtaka, at vápnaðir vaktarmenn sigla við teimum donsku skipunum, og stjórnin tekur eisini undir við, at herskipini, sum verja handilsskipini í Indiska Havinum, eiga at gera meiri um seg.
Í danska reiðarafelagnum halda tey, at herskipini eiga at taka sær av móðurskipunum, sum sjórænararnir brúka. Tað gera russar og indarar, og tað hevur víst seg at geva úrslit, sigur reiðarafelagið.