Ikki heimsins undirgangur

Ein roynd at eftirgera tað sokallaða Big Bang varð sett í gongd undir jørð í Sveis fyrrapartin. Sjálvur bresturin verður ikki fyrr enn í næsta mánað

Nakrir granskarar hava ávarað um, at royndin 90 metrar unmdir jørð á markinum millum Sveis og Frakland kann elva til heimsins undirgang, men fleiri kanningar hjá øðrum granskarum eru komnar til ta niðurstøðu, at royndin er næstan púra vandaleys.

Við at lata partiklar ferðast í ring við næstan líka nógvari ferð sum ljósferðini ígjøgnum ein 27 kilometrar langan serbygdan tunnil og so lata teir renna hvør øðrum ætla granskararnir at eftirgera umstøðurnar, sum tær vóru ella helst vóru beint eftir, at alheimurin var vorðin til. Sjálv royndin byrjar í dag, men sjálvur samanstoyturin verður ikki fyrr enn um ein mánað ella so, skrivar NTB.

Summir granskarar siga royndina vera eitt altjóða sjálvmorð, og at 10. septembur í 2008 kann gerast tann seinasti í søguni. Í USA hava sjey fólk roynt at fáa dómsvaldið at forða royndini, men til fánýtis.

Tey, sum hava ábyrgdina av royndini, siga harafturímóti, at vandin er sera, sera lítil, men tey viðganga, at royndin kann elva til smá sokallað "svørt hol".

8.000 alisfrøðingar úr 80 londum hava arbeitt við at fyrireika Big Bang-royndina, og tað eru 20 ár, síðani fyrireikingarnar byrjaðu.

Dómadagsmaskinan, sum summi kalla royndarrtunnilin, hevur kostað umleið 25 milliardir krónur.