Ikki heilt liðugt enn

Portalurin hevur í morgun tosað við Arngrím Hansen, sum hendan túrin er skipari á Tróndi í Gøtu. Teir partrola saman við Fagrabergi og í morgun, tá Fagraberg hálaði eftir at skipini høvdu tóvað saman í einar 7-8 tímar, vóru 55 tons av makreli í hálinum.

Tróndur í Gøtu og Fagraberg vóru í morgun staddir einar 70 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Har tættast er til fiskimarkið, eru 34 fjórðingar í markið til ES-sjógv.

Í gjárkvøldið bar Dag & Vika annars tey tíðindi, at makrelveiðan í føroyskum sjógvi er av á hesum sinni, men tað er ikki heilt rætt.

- Nøgdin av makreli í hálinum í morgun var heldur lítil. Hevði talan verið um tað tvífalda, hevði hetta verið góð veiða.

Arngrím Hansen vísir á, at nú sigur hann gott veður teir næstu tveir dagarnar, og ætlanin er at vita, um tað ikki ber til at fáa nøkur tons av makreli aftrat.

- Vit fara at gera onkra roynd aftrat, nú Jupiter og Finnur Fríði eru inni og landa, sigur skiparin, Arngrím Hansen.

Jupiter liggur á Tvøroyri og landar umleið 1300 tons av sild, og Finnur Fríði landar sild og makrel í Kollafirði. Finnur Fríði hevur umleið 1100 tons av sild og stívliga 400 tons av makreli, sum er góð veiða.