Hettar kann virka sum ein rættuliga áloypandi og provokerandi yvirskrift, sum lesarin longu í yvirskriftini tekur avstand frá og fer at hugsa um ognarskatt og annað líknandi, sum fær blóðtrýstið upp í vandahæddir. Innihaldið, sum er fakta, kámast burtur, men er sera viðkomandi ímillum okkum kommunalpolittikkarar og burdi fingið landspolitikkarar at spurt seg sjálvar, um okkara bústaðarpolitikkur er nøktandi, ella um hann ikki skuldi fylgt tíðini og havt fleiri valmøguleikar heldur enn at kveistra trupulleikan frá sær og siga , at framtíðarbústaðarviðurskifti er ein kommunal uppgáva.
Í greinuni verður víst á eina óhepna gongd viðvíkjandi tómum sethúsum, sum allar bygdir uttan fyri havnina hava at dragast við ? summar størri enn aðrar. Løgmaður kallar tey spøkilsishús, men onkur vil kalla tað spøkilsisbýlingar.
Tá bygdir kunnu vísa á, at 10% ella meir av øllum sethúsum í einari bygd standa tóm, sum er ogn hjá bygda/avbygdafólki, samstundis sum trýstið á kommunurnar økist viðvíkjandi útvegan av grundstykkum, eiga vit at hava peikifingurin á lofti,og spyrja okkum, um ikki ein bústaðarpolitikkur vantar, og skal hettar ikki skiljast, sum jagstran eftir teimum, sum á ein ella annan hátt hava ognað sær hús úti á bygd.
Um 10% av sethúsunum høvdu staðið tóm í høðustaðnum, hevði hettar tal verið uppi á sirka 6-700 húsum, sum svarar til, at størsti partur av Argum lá myrkur. Um hettar hevði verið veruleikin, eri eg samførdur um, at allir møguleikar høvdu verið troyttir, áðrenn Hoyvíkshagin hevði verið tikin til byggiøki, men í høðusstaðnum er trupulleikin tað øvugta.
Undirritaði er samdur við løgmanni, tá sagt verður at ognarrætturin eigur at verða virdur, og tí er hettar ikki nøkur løtt uppgáva. Í politikki eru ongar sjálvsagdar og einfaldar loysnir, men hettar frítekir okkum ikki fyri at taka málið upp og finna eina loysn, sum liggur fram í tíðuna og við einari hugburðsbroyting, fáa okkara borgarar at taka undir við.
Sum tað hevur verið sagt fyrr, so er eingin lóggáva á økinum, og so gott sum eingir aðrir møguleikar eru enn at byggja nýtt. Hettar fer ikki at vera nøktandi í framtíðini, og enn minni øll ynskja hettar av fíggjarligum orsøkum. Fyri at útinna alternativar bústaðir, mugu nakrar politiskar avgerðir takast, sum í minsta lagi javnseta alla bygging fíggjarliga. Her verður hugsað um rentufrádráttin og mvg, sum ikki er javnsett, um vit tosa um alternativa bygging.
Hvat avgjaldinum viðvíkur, so fingu fleiri hjartabankan, tá eitt gjald uppá 25-30.000 kr bleiv nevnt, men um hettar tal kann halda lív í kjakinum, so kann tað gott standa 130.000 fyri mína skyld, men givið er, at eitt ella annað lyklabýti átti at vera nýtt, hvat tað so skuldi verið.
Í fíggjarætlanunum hjá komununum er stórsti parturin rakstur, og íløgur, ein partur av rakstrinum og íløgunum fer til viðlíkhald og nýgerð í bygdunum, tað kann vera vatn, kloak, gøtuljós og aðrar ábøtur. Her verður ikki tikið hædd fyri, um húsini standa tóm ella tað verður búð í teimum, so spurningurin um avgjald (ikki ognarskatt) skal vera á tóm hús, ella hvussu skattakrónurnar hjá borgaranum í kommununum rættvísast skulu nýtast skal verða upp til lesaran at taka støðu til.
Í Dimmalætting og Sosialinum 17. januar hevur Heðin Mortensen eina viðmerking, sum hann kallar Havnarskatt. Eg skal viðganga, at henda orðing er óheppin, og um at punktera innihaldið av samrøðuni, men tá Heðin Mortensen tosar um lønir, sum verða útgoldnar í Havn til avbygdafólk, so hevur hettar einki við innihaldið í samrøðuni at gera, hettar er ein útviklingur, sum kemur at vinda uppá seg, so hvørt sum tær fysisku forðingarnar í samfelagnum verða burtur. Her kann hugsast, at innan fyri 10 ár, verður tað ikki óvanligt hjá einum klaksvíkingi at arbeiða vesturi í Vágum ella umvent, og tað er jú endamálið við teimum stóru íløgunum í tunlar, sum eru og vera í gerð framtíðini, men tá Heðin Mortensen skyldar avbygdafólk fyri at fara avstað við øllum arbeiðum í Havnini, kann eg ikki ímynda mær nakra aðra forkláring enn, at øll tann almenna umsitingin liggur í høðusstaðnum, og at avbygdafólk eru betri kvalfiserað ella hvat?
Eisini verður nevnt, at Tórshavnar kommuna skal asvaltera vegir so píkaskøddir bilar av bygd kunnu koma til Havnar. Til hettar er at siga, at løgtingið hevur júst avtikið asvaltstudningin, hettar var ein skipan, har kommunurnar eftir fólkatalinum fingu eina árliga upphædd at asvaltera fyri. Her hevur Havnin fingið nógv tann stórsta partin, sum narúrligt er, um Heðin Mortensen hevur sovið í tímanum ella tikið undir við uppskotinum, dugi eg ikki at svara uppá, men hettar var ein skipan, sum var skilagóð og rættvís, eg fari at heita á Heðin Mortensen at fylgja væl við ætlanunum hjá landstýrinum um at leggja uppgávur út á kommunurnar, fyri síðan seinri at sleppa at siga, at hettar er ein kommunal uppgáva/trupulleiki.











