Ikki handilsvøra millum skipabólkar

Ein stórur partur av fiskivinnuni sær pengar í makrelinum, eisini Felagið Línuskip, sum hevur sett ynski fram um at fáa lut í tilfeinginum. - Men soleiðis verður tað ikki. Eingin bólkur fær kvotur, sum tey ikki sjálvi kunnu fiska, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Landsstýrismaðurin væntar, at ein kunngerð um, hvussu makrelurin í ár skal býtast millum skipabólkar verður send til hoyringar um eina viku ella tvær.

- Í hesi kunngerð verður eitt nú staðfest, hvørjir skipabólkar fáa lut í veiðini, og hvussu stórur parturin verður.

Eins og í fjør, er lítið ivamál um, at nótaflotin fer at fáa bróðurpartin av kvotuni, men landsstýrismaðurin fer eisini at tilluta øðrum skipabólkum av hesum tilfeingi.

- Tað verður helst soleiðis, at nótaskipini fáa eginkvotur, soleiðis at tey vita, hvat tey hava og soleiðis hava bestu møguleikar at fáa sum mest burtur úr.

Jacob Vestergaard væntar, at aðrir skipabólkar koma at fiska av felagskvotum.

- Tað fer ikki at bera til hjá skipabólkum at selja sína kvotu til eitt nú nótaskip. Makrelurin verður soleiðis ikki nøkur handilsvøra millum bólkarnar, staðfestir hann.

Landsstýrismaðurin vísir á, at eitt nú Felagið Línuskip eisini hevur ynski um at fáa lut í kvotuni, og her verður ivaleyst hugsað um, at línuskipini kundu selt sína kvotu til onkran annan at fiska.

- Men soleiðis verður tað ikki, staðfestir landsstýrismaðurin og leggur aftrat, at eingin bólkur fær kvotur, sum tey ikki kunnu fiska sjálvi, og soleiðis er óhugsandi, at eitt nú línuskip kunnu fáa burtur av makreltilfeinginum.

Jacob Vestergaard ásetti fyrr í vikuni Føroyum eginkvotu á 150.000 tons av makreli fyri 2011.