ÍtróttarSosialurin er komin á gøturnar í dag. Hesa ferð ber til at lesa um nýggja áleyparin hjá B36, Sebastian Pingel.
Les ÍtróttarSosialin á netinum við at trýsta HER
Sum 16 ára gamal var liðskiparin á ungdómsliðnum hjá AGF, sum vann danska meistaraheitið, men stóra talentið bar ikki til nakað stórt í donskum fótbólti.
Í blaðnum ber eisini til at lesa um Kyndil, ið er 60 ár, um 1. deild í fótbólti hjá monnum, sum byrjaði um vikuskiftið og um U19 hondbóltskvinnulandsliðið, sum vann gull í Georgia.
Dysturin hesa vikuna er HB-Víkingur. Her ber millum annað til at lesa spælararmetingarnar.










