Ikki gott nokk, Jørgen

Føroyska Amnesty deildin er ikki nøgd við undanførslurnar hjá politisku myndugleikunum viðvíkjandi flóttafólkum.

- "Vit skulu hjálpa meira í nærumhvørvinum", tekur Jørgen Niclasen til, "tá muna vit betri". Tað ber bara ikki til, at seta kjaki so fýrkanta upp. Tosa vit um kvotaflóttafólk, so eru tað tey fólkini, sum eru verst fyri. Tey kunnu ikki verjast í sínum nærumhvørvi, men hava tørv á friðskjóli í øðrum landi, sigur Katrin á Neystabø.

 

Í nýggjársrøðuni hjá løgmanni, vildi Kaj Leo Holm Johannesen taka upp spurningin hvørt Føroyar skuldu taka móti flóttafólki. Sambært honum vórðu ræðuleikarnir úti í heimi nakað, sum átti at latið føroysku dyrnar upp fyri flóttum. Men í integrasjónsáliti frá 2011 úr Innlendismálaráðnum, verður víst á, at Føroyar eru lítlar, umframt at hava avmarkaðar førleikar og vitan til at taka móti flóttafólki.

 

Eftir nýggjársrøðuna hjá løgmanni, segði fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, eisini við Kringvarpið, at hann ikki helt tað vera eitt munagott hugskot at taka veita friðskjól í Føroyum. Heldur vísti hann á, at Føroyar muna betri við fíggjarligum stuðli til neyðstødd. Hesum eru tey í Amnesty International Føroya Deild ikki samd við.

 

- Tað eru ógvuliga nógv lond, sum eru ovbyraði av flóttafólkum, og tí er í øllum førum tørvur á fleiri londum at taka í móti teimum, sigur aðalskrivarin, Katrin á Neystabø. 

 

- Umstøðurnar í Føroyum at taka í móti flóttafólki eru ikki nóg góðar, men tað er heldur ikki forsvarligt at áhaldandi brúka tað sum eina umbering. Tað hevur verið sagt í fleiri ár, at umstøðurnar ikki er til at taka í móti flóttafólki, og tað er ikki haldbært í longdini. Heldur eiga vit at gera okkurt við tað, og seta neyðugu fyrireikingarnar í verk, sigur Katrin. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Katrin á Neystabø.